
Ferðin
Góðu ferðafólk
Vit gleða okkum sera nógv til túrin til Amsterdam 13 – 17 mars. og 14 – 17 mars.
Vit gleðast um góðu undirtøkuna, har 400 føroyingar fara avstað saman.
Her kemur nakað av kunning:
Gisting:
Hotellið ið øll gista á eitur Park-inn by Radisson.
Flúgving:
Flogtíðin verður áleið 2 tímar og 35 min. Upprunaliga var ætlanin at lenda í LELYSTAD Airport. Men hetta er nú broytt til ROTTERDAM Airport. Koyritíðin frá ROTTERDAM Airport er ein góður tími. Áleið 15min longri burtur enn ætlað.
Túrur nr. 1:
Fráferð: hósdagin 13 – mánadagin 17 mars. 2025
Flog nr.: 7310
Fráferð 13 mars: FAE – RTM 17:55 – 21:10
Heimferð 17 mars: RTM – FAE 10:45 – 12:00
Check-in byrjar tveir tímar áðrenn fráferð
Túrur nr. 2:
Fráferð: fríggjadagin 14 – mánadagin 17 mars. 2025
Flog nr.: 7310
Fráferð 14 mars: FAE – RTM 16:50 – 20:05
Heimferð 17 mars: RTM – FAE 12:05 – 13:20
Check-in byrjar tveir tímar áðrenn fráferð
Soleiðis ferðast tú frá Rotterdam The Hague Airport til Park Inn by Radisson:
Bussur og sporvognur:
Bussur 33: Frá flogvøllinum tekur tú buss 33 til Rotterdam Centraal Station. Hetta tekur áleið 20 minuttir.
Síðani tekur tú sporvogn 24: Frá Rotterdam Centraal Station til Sloterdijk station (millum 40-50min), ið er 2 min til gongu frá hotellinum.
Taxa/Uber:
Eisini ber til at takað ein uber beinleiðis frá flogvøllinum til hotellið, hetta tekur áleið 1 tíma. Kostnaðurin er ca 70-80 euro fyri bilin.