Upphiting áðrenn landsdystin millum Føroyar og Niðurlond
12. mars kl. 16-18 skipa stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti fyri upphiting í OY. Dysturin millum Føroyar og Niðurlond er kl. 19, og ókeypis bussar koyra niðan til Tjarnir millum kl. 18 og 19 - og oman aftur í Havnina
So latið bilin standa og komið ein túr í OY! Tiltakið og bussarnir eru ókeypis Hans Ravnsfjall fer at spæla nøkur løg ,og saman fara vit at koma í rættan hondbóltshýr
Vit síggjast!
Atlantic Airways, Effo, Føroya Banki, Smyril Line og Wenzel
