top of page

Vit lata 20.000 kr. til Í menniskjum góður tokki

Stuðlarnir hjá føroyskum hondbólti, Atlantic Airways, Effo, Føroya Banki, Smyril Line, Wenzel, gjørdu nakrar EM blusur í sambandi við EM endaspælið í Basel í Sveis. Allur peningurin frá søluni fer til jólahjálpina hjá Í menniskjum góður tokki.


Stuðlarnir handaðu Arnfríð Lützen, samskipara hjá Barnabata, sum umsitur Í menniskjum góður tokki, upphæddina í dag.


Á myndini eru Arnfríð Lützen, Rúni Djurhuus, Marin H. Eidesgaard, Rúna N. Rasmussen, Rebekka Danielsen og Árni Olsen.



 

AMSTERDAM.FO

bottom of page