top of page
Amsterdam-Upphiting.png

Góðu fjepparar

 

Í samband við dystin Holland – Føroyar tann 16. mars, verður skipað fyri upphiting, har vit savnast til eitt hugnaligt tiltak áðrenn dystin.

 

Upphiting íroknað drekka, sjálvtøkuborð og undirhald fyri einans 265,- kr. + avgreiðslugjald.

Buffet við kinesiskum rættum, pizza, kjøt, fiski og øðrum ymiskum smárættum.

Sodavatn, kaffi/te, øl og vín – alt er íroknað prísin.

Føroyskur tónleikari hitar upp og skipað verður fyri andlitsmáling.

Tú fær alt hetta fyri bara 265,- kr. + avgreiðslugjald pr. persón í forsølu.

(spar 50 kr.) Legg til merkis, at tað er avmarkað nøgd, so skunda tær !!!

 

Ynskir tú at tryggja tær atgongumerkið til upphitingina, so far á leinkjuna her:

 

Um nakað atgongumerkir verður eftir, so kann tú keypa við dyrnar, og tá kostar tað 335,- + avrgeiðslugjald kr. pr. persón.

 

Hvar verður upphitingin: Atlantis Almere – 2 minuttir til gongu frá høllini har dysturin verður spældur.

 

Dyrnar lata upp: kl. 12.00 – 14.30 (2,5 tímar)

 

Fyri at sleppa undan at standa í kø í Hollandi, verður tað møguleiki at heinta T – Shirt og armiband til upphitingina hjá Wenzel, Slættanesgøta 5 í Tórshavn frá mikudegnum 26. februar 2025.   

 

Vit gleða okkum at síggja tykkum til eina fantastiska uppliving og ein góðan landsdyst. 

AMSTERDAM.FO

bottom of page